Graslíkisvøllurin á Eiðinum alment tikin í nýtslu mikudagin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

19.06.2018 - 10:58

Mentan > Ítróttur > Fótbóltur

Nýggi graslíkisvøllurin á Eiðinum í Vági verður alment tikin í nýtslu mikudagin 20. juni 2018 kl. 17.00.

Í hesum sambandi verður hátíðarløta á Eiðinum, har Eydis Kjærbo, forkvinna í Mentanarnevndini hjá Vágs kommunu, flytur fram røðu. Síðani fara landsliðsleikarar úr nærumhvørvinum at taka nýggja vøllin í nýtslu saman við einum av gomlu leikarunum hjá VB.

Aftaná verður brotssparkskapping saman við U11 dreingjum og U11 gentum hjá FC Suðuroy, og vinnarin fær steyp. Og síðani verður bjóðað kaffi, te og okkurt gott afturvið í VB-húsinum.

Graslíkisvøllurin, sum nú er lagdur á vesturi á Eiðinum, er tann triðji graslíkisvøllurin í røðini. Tann fyrsti varð lagdur á í 1987. Hesin vøllurin varð skiftur í 2004, og nú 14 ár seinni, er so aftur nýggjur graslíkisvøllur lagdur á vesturi á Eiðinum.

Graslíkisvøllurin er av slagnum DOMO og frá IDE-Møblum, sum er umboð hjá DOMO í Føroyum, og eru hetta mest vanligu graslíkisvallir í Føroyum.

Tiltakið vesturi á Eiðinum byrjar kl. 17 mikudagin 20. juni 2018.

Vágs kommuna