(Mynd: savn.fo)

Grava eftir fornleivdum á Krambatanga



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

11.09.2017 - 08:27

Mentan > Vinna & Tøkni > Gransking

Komandi tvær vikurnar fara fornfrøðingar úr Týsklandi, Hollandi, Eysturríki og Onglandi at grava á Krambatanga í Trongisvágsfirði har tey saman við fólki frá Tjóðsavni Føroya fara at leita eftir leivdum frá gomlum evropeiskum handilsvirksemi har.

Grevsturin er ein liður í eini stórari granskingarverkætlan, kallað ”Millum Norðsjógvin og Norska Havið”, sum Deutsches Schifffahrtsmuseum í Bremen í Týsklandi stendur fyri í samstarvi við Tjóðsavn Føroya, Shetland Museum & Archives og Þjóðminjasafn Íslands.

Verkætlanin roynir at kanna hvussu handilin í útnorði fór fram og hvussu hann var skipaður. Í 15. øld víðkaðu norðurtýskir hendilsmenn teirra handilssambond, og komu til Hetlands, Føroya og Íslands. Hetta handilssamband var tað týdningarmesta sambandið hjá hesum oyggjasamfeløgum í tvey hundrað ár.

Tjóðsavn Føroya greiðir frá, at eitt toymi av fornfrøðingum, søgufrøðingum og forndjórabeinafrøðingum undir leiðslu av Nataschu Mehler, doktara í søguligari fornfrøði, seinnu árini hevur kannað nógvu fasettirnar av hesum sambondum, bæði grundað á skrivað heimildartilfar á viðkomandi skjalasøvnum og fornfrøðiligar leivdir á landi og sjógvi.

Í Føroyum hevur hetta evnið verið sera lítið granskað, og fevnir tað um eitt tíðarskeið, vit sum heild vita lítið um. Umframt at tað er skilligt, at týskarar gjørdu vart við seg her í oyggjunum – eitt nú á bispasætinum í Kirkjubø frá 1400-árunum – eru staðanøvn, ið benda á hetta samskiftið.

Eitt av fáu støðunum, ið verður sett í samband við týskarar og/ella hálendingar í 16. øld, er Krambatangi í Øravíkarlíð, skrivar savn.fo:

Vit kenna ikki til nakra fasta búseting á staðnum, men týðiligar toftir eftir bygningum eru har at síggja. Staðarnavnið Krambatangi og søgur um at útlendskir keypmenn hava hildið til har, benda á, at handilsvirksemi hevur verið á staðnum. Í samband við grevstrararbeiði í 1952, komu ymiskar leivdir undan kavi, og boð vórðu send eftir Fornminnissavninum. Kanningarnar tá avdúkaðu leivdir eftir einum bygningi umframt ymiskar lutir, ið vóru frá tíðini um 1600. Longu í 1913 varð har um leiðir funnin ein Kristusmynd frá 1600-árunum, ið kann hava samband við virksemið har á staðnum.

Í síðstu viku gjørdi Tjóðsavnið eina neyva dronu-uppmáting av staðnum, og sunnudagin kom granskarahópurin, ið telur granskarar úr Týsklandi, Hollandi, Eysturríki og Onglandi, til Føroya, har hann saman við fornfrøðingunum á Tjóðsavni Føroya fer at arbeiða á Krambatanga komandi tvær vikurnar.

Ein av størstu fíggingargrunnunum í Týsklandi, Leibniz Gemeinschaft, fíggjar verkætlanina.