(Mynd: Scanpix)

Gravmælið hjá Margretu drotning liðugt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

23.04.2018 - 10:02

Tíðindi > Tíðindi > Kongalig

Aftaná 15 ára arbeiði er gravmælið, har Margreta drotning skal jarðast, tá hon doyr, liðugt. Tað sigur Kongshúsið í tíðindaskrivi. 

Tað er danski myndahøggarin og professarin Bjørn Nørgaard, sum í 2003 fekk til uppgávu at gera eitt nýmótans gravmæli, sum kann standa við síðuna av hinum gravmælunum í Roskilde Dómkirkju.

Tað er siðvenja, at kongaliga familjan verður jarðað í Roskilde Dómkirkju, og Margreta drotning verður jarðað við síðuna av næstan 40 donskum kongum og drotningum. Nakað sum Heindrikur prinsur ikki ynskti at vera partur av.

- Listaverkið umboðar felags virkið hjá kongshjúnunum gjøgnum 50 ár, og avgerðin hjá prinsinum um ikki at lata seg jarða í Roskilde Dómkirkju hevur ikki broytt listaverkið, stendur í tíðindaskrivinum sambært DR.

Bjørn Nørgaard kallar verkið "Sarkofak" og hevur skapt tað við tilfari, sum vísir til lond sum Føroyar, Grønland og Frankaríki, sum kongshjúnini mangan vitjaðu saman.