Grease-upplivingin var meir enn túsund krónur verd

Ingi Samuelsen

29.11.2014 - 02:30

Mentan > Mentan > Sjónleikur

“Havi hoyrt sum slatur, at tað eru fólk, sum hava selt síni atgongumerkir fyri 1000 krónur, og eg má siga, at tey fara at angra tað, tí tað er skjótt at brúka 1000 krónur, men fantastiska upplivilsi av leikinum fáa tey ikki og tað er vert meira enn 1000 krónur. Tey hava stutt sagt selt tað alt ov bíligt.”

Soleiðis skrivar Jónheðin H. Tróndheim í einum hugtiknum ummæli av sangleikinum Grease, sum verður spældur í Norðurlandahúsinum fyri seinastu ferð í morgin.

”Sum ein skúlaverkætlan er hetta fantastiska gott, og sammet við eina pro útgávu av hesum sama leiki, sum eg havi sæð, hevði hetta munin og hann var ikki lítil”, skrivar Jónheðin, sum mest av øllum var ovfarin av framførsluni hjá Eliasi Højgaard:

”Eg varnaðist hann nokkso tíðliga í einari dansisenu, har hann dansaði beint frammanfyri mær og eg sá, hvussu konsentreraður hann var og hvussu tramansliga væl hann dugdi. Tá hann so kemur inn sum eingilin – ella sum í hesari senuni ein karismatiskur prædikumaður - í senuni har hann biður Frenchy – hegnisliga spæld av Onnu Malan Jógvansdóttir – um at fara aftur í skúla, er eingin ivi. Her er eitt stórt talent, sum kann koma langt, um hann hevur hug. Hann sang ótrúliga væl og dansaði og spældi so væl, at eg sat sum eitt skítbýtt við hökuni hangandi niðri á bringuni...”

Les alt ummælið hjá Jónheðin her