Greenpeace mótmælir oljuleiting í Barentshavinum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

21.07.2017 - 17:35

Oljan >

Umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace er farin at gera álvara av sínum hóttanum um at steðga komandi boringum hjá Statoil í Barentshavinum. Talan er um skipið hjá Greenpeace, Arctic Sunrise, sum í morgun sigldi framvið boripallinum Songa Enabler, ið er ávegis til eina oljuleið har eysturi í Barentshavinum, har Statoil ætlar at bora leitibrunn í einum nýggjum lovandi oljuøki skrivar Reuters. Greenpeace er farið undir eitt mótmælistiltak móti oljuleiting og framleiðslu í Arktis undir heitinum “The People Vs. Arctic Oil” -  ”Fólkið ímóti arktiskari olju”. 

 ”Vit gera hetta, tí norska stjórnin ber seg undan at liva upp til tað, sum hon eigur sambært París avtaluni,” sigur Sune Scheller, leiðari fyri tiltakinum í Barentshavinum. ”Meginparturin av olju og gassi skal vera verandi í undirgrundini, um vit skulu verja okkum móti veðurlagsbroytingum.”

Umleið 29 fólk úr 19 ymiskum londum vóru við til tiltakið fyrr í dag nærhendis boripallinum Songa Enabler.

Arctic Sunrise er sama skipið, sum í fjør varð afturhildið av russiskum myndugleikum í fleiri mánaðir saman við manningini, eftir at tey høvdu mótmælt russiskari oljuframleiðslu í russiska partinum av Barentshavinum.  Nú hevur ein dómstólur gjørt av, at russiska stjórnin skal rinda Greenpeace 30 mill. kr. í endurgjaldi fyri tøkuna av skipinum. Russar hava longu víst aftur avgerðina.