Greenpeace tapir sakarmál um oljuleiting móti norska statinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

05.01.2018 - 20:46

Oljan >

Greenpeace tapti hósdagin eitt sakarmál móti norska statinum, har umhvørvisfelagsskapurin ákærdi norska statin at seta umhvørvið í Barentshavinum í váða við framtíðar oljuleiting. 

Umframt Greenpeace var eisini norski felagsskapurin Natur of Ungdom partur av málinum. Teir báðir umhvørvisfelagsskapirnir vildu vera við, at norski staturin gjørdi seg inn á grein 112 í grundlógini, sum snýr seg um, at øll hava rætt til eitt umhvørvi, sum er sunt fyri heilsuna. Sambært Greenpeace so gav norska stjórnin loyvi til oljuboringar í Barentshavinum stutt eftir, at stjórnin sum fyrsta ídnaðarlandið í heiminum setti í gildi veðurlagsavtaluna hjá ST. Hetta var sostatt fyrstu ferð, at Parísavtalan varð hótt.

Býarrætturin í Oslo vísir aftur ákærunum og sigur, at norski staturin hevur hildið seg til tær fortreytir, sum skulu haldast í sambandi við oljuboring. Rætturin sigur eisini, at vandin fyri umhvørvisskaðum sum ein avleiðing av boringum, er sera avmarkaður.

Greenpeace sigur í eini viðmerking, at tað tekur ikki undir við avgerðini hjá býarrættinum men hevur enn ikki avgjørt, um tað fer at kæra dómin til hægri rætt.