Grein 25-nevndin skal veljast í dag

Ingi Samuelsen

08.11.2017 - 09:39

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Løgtingsfundur verður í dag, og fyrsta mál á skránni er at velja serligu grein-25 nevndina, ið skal viðgera og koma aftur í løgtingið við einum áliti um Stjórnarskipan Føroya.

Nevndin skal mannast við 12 tingfólkum. Teir stóru flokkarnir, Tjóðveldið, Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin velja tveir limir, meðan teir smáu flokkarnir, Framsókn, Miðflokkurin og Sjálvstýri velja 1 lim. Harafturat fær uttanflokkatingkvinnan, Sonja Jógvansdóttir eisini sæti í serligu nevndini.

Onnur mál eru eisini á skránni á tingfundinum í dag, har eisini ófráboðaðir fyrispurningar eru á skránni.

Tingfundurin byrjar klokkan 11.