Gátuførur ringur er funnin á Velbastað (Mynd: Finnur Justinussen/Fotostudio)

Grein um gátuføran ring í nýggjasta eintakinum av Frøði

Niels Petersen

03.01.2017 - 21:39

Tíðindi > Mentan > Útgávur

Í fornfrøðiligu rannsóknini, sum Fornminnissavnið gjørdi á Velbastað í summar, kom ein gyltur silvur fingurringur undan kavi.

Enn er ikki eydnast at staðfesta, hvaðani gylti fingurringurin stavar. Hóast ábendingar eru um, at fingurringurin kann stava úr víkingaøld ella miðøld, so vita granskarar ikki um nakran ring, ið kann samanberast við gátuføra fingurringin.

Hetta skrivar Helgi D. Michelsen fornfrøðingur millum annað í nýggjari grein í Frøði, ið júst er komið út.