Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
21. og seinasti teinurin í ársins Tour de France var í dag súkklaður í franska høvuðsstaðnum París á teininum Champs-Élysées. Tað var ein teinur, har tað varð súkklað í fleiri umførum í somu strekkjum í býnum.
Súkklað var við fullari ferð teir 113 kilometrarnar og í besta veðri í París.
Sky hevur verið framúr í alt ár, men í dag vóru teir heldur óskipaðir. Í dag komu teir samlaðir á mál í høvuðsbólkinum við Chris Froome í miðjuni.
Til síðst gjørdist alt eitt sindur kaotiskt. Fleiri av sprintarunum punkteraðu á brúgvasteinunum, meðan ein stórur endaspurtur fór í gongd. Sterkastur á mállinjuni í dag, eins og í fjør, var Greipel, sum var fyrstur á mál við tíðini 2:43:09 við harðari kapping frá Peter Sagan í grønutroyggjuni, sum gjørdist nummar tvey. Nummar trý á teinum í dag kom norðmaðurin Kristoff.
Hóast Chris Froome ikki var við í endaspurtinum í dag vann hann samlað. Peter Sagan vann sprintaratroyggjuna og Majka Rafal vann fjallatroyggjuna.