Neistin vann greipuna í ár (Mynd: Hans Martin Høj)

Greipuvinnarin Neistin møtir rumenskum liði




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

19.07.2016 - 18:48

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í dag hevur lutakast verið, hvussu spælast skal í fyrsta umfari í Evropæisku kappingunum fyri lið.

Einasta føroyska liðið, sum hevur meldað til eru greipuvinnararnir hjá kvinnum, Neistin.

Tær skulu í fyrsta umfari møta rumenska liðnum CSM Ploiesti. Liðið endaði í fjør sum nr 6 í rumensku kappingini.

Dystirnir verða spældir vikuskiftið 10/11 september og 17/18 september. Fyrireikingarnar eru nú farnar í gongd, og ætlanin er at fáa annan dystin heima.

Evropacup dystirnir verða samstundis fyrsta avbjóðingin hjá nýggja brasilska venjaranum hjá Neistakvinnum, Danilo Gagliardi.