Mynd: Sverri Egholm

Greitt hvørji lið spæla hálvfinalu

Sverri Egholm

10.05.2018 - 18:03

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

AB, B36, TB/FCS/Royn og HB hava spælt seg víðari til hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið.

Tað er greitt eftir fjórðingsfinalurnar, sum vóru leiktar í gjárkvøldið og í dag.

HB var ein ov tungur biti av gloypa hjá sandoyingum, og hóast teir gulu áskoðararnir gjørdu sítt fyri at undirhalda og stuðla sínum liði, so vann HB stórsigur 6-0.

Fyrr í dag vann felagsliðið hjá suðuroyingum TB/FCS/Royn óvæntað 2-0 móti sigurvanda steypaliðnum seinnu árini, Víkingi.

B36 vísti seg eisini frá einari góðari síðu, tá teir í Gundadali vunnu trygt 2-0 móti Skála. Teir hvítu høvdu stóran part av spælinum, og úrslitið kundi sæð øðrvísi út, um B36-leikararnir fingu meira burturúr stóru málmøguleikunum, teir fingu.

AB og EB/Streymur brustu saman á Argjum í gjárkvøldið, og tað gekk ikki stillisliga fyri seg. Neyðugt var við bæði longdari leiktíð og brotssparkskapping fyri at finna hálvfinalistin. Tað koppaði til AB í brotssparkskappingini, sum skal kann møta suðuroyingum ella grannaliðunum úr Havn í hálvfinaluni.

Lutakast verður helst í 3-2 mánadagin. Fyrru hálvfinalunar verða leiktar 30. mai, og aðru hálvfinalurnar verða leiktar 13. juni

HB - B71 (6-0)
Adrian Justinussen 1-0
Jógvan Skeel Nolsøe 2-0
Jógvan Skeel Nolsøe 3-0
Dan í Soylu 4-0
Aleksandar Stankov 5-0 brotsspark
Dan í Soylu 6-0

Víkingur - TB/FCS/Royn (0-2)
Stefan Radosavljevic 0-1
Teitur Mortensen 0-2

B36 - Skála (2-0)
Sjálvmál 1-0
Lukasz Cieslewicz 2-0

AB-EB/Streymur 2-2 (3-1 í brotssparkskapping)
Pætur J. Petersen 0-1
Rógvi Egilstoft Nielsen 0-2
Tóki á Lofti 1-2
Søren Samuelsen 2-2