Greta sprottin sum sjálvstøðugt tónlistafólk



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Elin Brimheim Heinesen

14.07.2013 - 18:55

Mentan > Tónleikur > Rútmiskur tónleikur

Føroyska Greta Svabo Bech er mest kend fyri síni væleydnaðu samstørv við altjóða kendar tónleikabólkar og tónleikaframleiðarar innan elektroniskan dansitónleik. Fyri nøkrum mánaðum síðani flutti føroyska Greta Svabo Bech aftur til Føroya eftir at hava búð mesta av sínum lívi uttanlands. Hon flutti heim fyri at gera sín egna tónleik, sigur hon. Og nú er fyrsta úrslitið komið - staklagið "Shut Up & Sing".


Greta er føroyingur, men hevur búð mesta av sínum lívi ymsastaðni í heiminum - í Portugal, Singapore og í Onglandi. Síðani Greta Svabo Bech var tilnevnd ein Grammy, sum fyrsti føroyingur nakrantíð, hevur hon fingið stak góð ummæli og nógv rós. Áhugin fyri henni sum lovandi nýggj songkvinna er vaksandi kring heimin. Greta hevur eina heilt serstaka rødd, sum fólk leggja merkja til.

Deadmau5
Kendi canadiski tónleikaframleiðarin Deadmau5 fekk eyga á Gretu í 2010 og saman við honum bleiv Greta tilnevnd mæta Grammy prísin í 2011 fyri staklagið "Raise Your Weapon" í kategoriini Besta Dansilag.

Fyri at fáa eina fatan av hugtakandi røddini hjá Gretu, so er eitt sjónband niðanfyri hesa greinina við eini live framførslu av Grammy tilnevnda lagnum "Raise Your Weapon".

Bloody Beetroots
Sum songkvinna og sangskrivari hevur Greta nýliga samstarvað við áræsnu Bloody Beetroots, sum eisini eru sera væl umtóktir tónleikaframleiðarar av elektroniskum dansitónleiki.

Seinasta sjónbandalagið hjá teimum - lagið "Chronicles of a Fallen Love" er eisini at síggja her niðanfyri.

Picture Book
Greta var í Føroyum í fjør, har hon hevði eina pallframførslu á G! festivalinum saman við bólkinum Picture Book. Í fjør spældu tey eisini á Fieldview Festival í Wiltshire, Onglandi, og fingu hesa umrøðu av teimum, sum skipaðu fyri festivalinum:

"Hesi trý fólkini tykjast at strála fullkomiliga óhindrað av talenti og sjarmu og vóru so væl umtókt á festivalinum, at áhoyrararnir kravdu, at tey spældu øll løgini umaftur! Hesi fólkini fara at vera heimskend, antin sum bólkur ella hvør sær."

Hygg at sjónbandalagnum her niðanfyri við eini serligari live framførslu hjá Picture Book og Gretu Svabo Bech fyri festival-sjónvarpinum.

Framtíðin
Á heimasíðuni hjá sær skrivar Greta:

"Seinasta árið havi eg fingið so nógv tilboð og so nógvar ósamsvarandi meiningar um, hvat eg eigi, og hvat eg ikki eigi at gera. Um hesa tíðina í fjør var eg so óttafull um, at eg fór at gera fólk firtin, tá eg gjørdi okkurt, at eg gjørdi bara einki. Ikki annað enn at skriva. Nú hugsi eg bara um, at ein, sum skrivar bara til sín sjálvs, er sum ein persónur, ið pissar í buksurnar uttan at fara úr buksunum. Niðurstøðan er, at nú fari eg at geva út ein nýggjan sang um mánaðin sum sjálvstøðugt tónlistafólk. Sangir, sjónbandaløg, remix og spontanar opinberingar fara at koma frá mær. Ikki nakað við at halda nøkrum aftur. Fyrsti sangurin, eg fari at avdúka, hevur stóran týdning fyri meg. Hann eitur "Shut Up & Sing" og er gjørdur í kærleika og við einum kitlandi ótta. Við kærleiksfullari heilsan, Greta"

Her ber til at hoyra sangin "Shut up & Sing", sum eisini kann keypast á iTunes: