Greta Svabo Bech: - Tá eg spæli hesa fløguna, tá eru jólini komin

Hallur av Rana

25.12.2014 - 19:11

Tíðindi > Mentan > Tónleikur

Portalurin hevur spurt fleiri ymsik fólk, ið eru kend innan føroyska tónleikaheimin, um at deila nøkur jólaløg.

Nú er túrurin komin til songkvinnuna Greta Svabo Bech, ið hevur valt sær tríggjar sangir.

- Tá tað kemur til jólasangir, so haldi eg ikki at eg hugsi so nógv um hvat er ein “góður” ella tann “besti” jóla sangurin, men meira um tær kenslur og tey minni, eg seti í samband við at halda jól.

Tá eg var umleið 8 ára gomul, hildu vit jól í Norra (vit búðu tá í Onglandi). Tá vit vóru har hugdu vit eftir “The Julekalender”. Allir sangirnir í sendingini komu út á fløgu. Tá eg spæli hesa fløguna, tá eru jólini komin!

1. Travellin' Strawberries – It's Good to Be a Nissemann

It's Good to Be a Nissemann kann síggjast undir greinini.


Tann næsti sangurin hevur ein fjálgan jóla hugna yvir sær. Hetta minnir meg á at sita uttanfyri við góðum vinum og kenningum við einum gløgg-krússi, hita úr eldstaðnum, og littum perum.

2. White Winter Hymnal – Fleet Foxes.


Til ber at síggja Flett Foxes við at trýsta á her.


Nummar trý á listanum er ein útgáva hjá Teimun Av Kamarinum, sum eg akkurát havi givið mær far um. Hendan sangin høvdu vit valt at framføra til jólakonsertina á Reinsaríinum, og hann var ordiliga festiligur at syngja.

3. Tey av Kamarinum - 'Góði Jólamaðurin'.


Trýst á her, fyri at síggja Góði Jólamaðurin.

It's good to be a Nissemann