Grind deyð á Sandi: Fleiri fólk handtikin

Sverri Egholm

30.08.2014 - 23:24

Tíðindi >

Ein grind er deyð á Sandi fyri løtu síðani og fleiri fólk frá Sea Shepherd vóru á sandinum, har tey larmaðu og gjørdu ónáðir. Løgreglan, sum er væl útgjørd, til at halda fólk frá Sea Shepherd, var skjót oman á sandin á Sandi, og handtók fleiri fólk.

Ein skjóttgangandi bátur hjá Sea Shepherd kom inní móti, men tá var skjóttgangandi báturin hjá løgregluni fyri og fekk steðga bátinum.

Sambært Elis Poulsen, sum Kringvarpið hevur tosað við við, tók tað 10 minuttir at fáa lívið av øllum hvalunum.

Kelda: Jn.fo