Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Grind hildin til á Borðoyavík



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

20.08.2017 - 19:13

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grind

Í kvøld varð ein grind funnin út fyri Borðoyanes á Borðoynni, og í løtuni verður hon hildin til á Borðoyavík.

Karl Johansen, sýslumaður, upplýsir, at talan er um undir 50 hvalir. Veðrið er av tí allar fagrasta og fimtan bátar vóru við í rakstrinum, og nógv fólk er á Borðoyavík og luttekur í drápinum.

- Nú fara vit at finna útav hvussu sær út, men tað verður helst ikki meira enn til drápspartar, sigur sýslumaðurin um býtið av grindini.

Enn er óvist nær seðlarnir koma út.