DAGFØRT: Grind við Mykines



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

23.07.2015 - 14:23

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grindaboð

Ì løtuni verður boðað frá, at ein grind er sædd við Mykines. Hesum váttar løgreglan.

Ikki er vist enn, hvagar hon verður rikin.

Meira verður at frætta seinni.

Nú stendur at lesa á jn.fo, at grindin er sunnanfyri Mykineshólm, og at mykinesmenn eru hjá henni.

Tað vóru ferðafólk á Mykinesi, ið varnaðust grindina.

Talan er um eina stóra grind.