(Mynd: Ingi Sørensen)

Grinda - spakur hvalahvølpur á Gomlurætt

Ingi Samuelsen

02.06.2016 - 10:51

Tíðindi >

Ein ungur grindahvalur hevur í gjár og dag ligið og spælt sær við Gomlurætt. Hann er so spakur, at til ber at kína honum, skrivar Hans David Hansen frá sløkkiliðnum, sum í gjárkvøldið varð kallaður vestur, tí hildið var, at hvalurin var sjúkur.

Men tað er hann ikki - bert spælisjúkur um nakað.

Í morgun tók kavarin Ingi Sørensen hesar hugtakandi myndirnar, tá hann svam saman við hvalinum, sum Hans David heldur skal eita Grinda