Gripirnir frá Seglvirkinum í Havn verða vístir fram í kvøld

Tíðindaskriv

01.06.2018 - 09:21

Mentan > Mentan > Søga
Fyri nøkrum árum síðani fekk Tjóðsavnið gripirnar í søguríka Seglvirkinum í Havn í varðveitslu. Á mentanarnáttini 1. juni kanst tú uppliva henda spennandi kapittulin í maritimu søgu Føroya.

Í slupptíðini vóru seglmakarar úti um alt landið har skip vóru. Um vetrarnar seymaðu og umvældu menn segl á seglloftum. Ein teirra, sum fekk sær hetta maritima yrkið sum vinnuveg, var Niels Nielsen. Niels í Heiðunum (1885-1974). Hann var fiskimaður, skiparalærdur, og giftist til Havnar. Kona hansara, Anna Maria, Mia, fødd Arge, var eisini kend fyri at seyma føroysk fløgg til fiskiskip undir krígnum og helt fram at seyma fløgg inn í 1960-árini.

Ein sonur teirra var Leivur (1925-91). Hann fór í læru sum seglmakari hjá pápanum í 1945 og gjørdi sveinastykkið í København í 1948. Tað var nóg mikið at gera - segl og presendingar og annað.

Seglvirkið hjá Nielsi og Leivi varð sett á stovn í 1949 sum partafelag, og feðgarnir seymaðu segl heima í kjallaranum í Tórsgøtu. Fleiri synir Miu og Niels dugdu at seyma segl. Leivur var helst tann seinasti seglmakarin í Havn, men bróðursonurin Høgni Nielsen lærdi eisini til seglmakara og varð útlærdur í 1970. Tá seymaði Niels í Heiðunum framvegis.

Niels í Heiðunum gekk undan at stovna Sluppgrunnin í 1962. Grunnurin keypti Westward Ho í 1967 frá fyritøkuni T.F. Thomsen á Tvøroyri. Niels var fyrsti formaður í stjórnini. Niels og Leivur áttu nógvar tímar umborð á Westward Ho og vóru uppií at varðveita og seta sluppina í stand.

Fyri nøkrum árum síðani fekk Tjóðsavnið alt tað, sum var á Seglvirkinum. Svanhild Nielsen, einkjan eftir Leiv, hevði Seglvirkið í sínari varðveitslu og sá til, at savnið fekk alt í varðveitslu og til ognar.

Tað er ikki smávegis av gripum, amboðum og útgerð. Seglbeinkir, kósir, blokkar, seymimaskinur, saksar, passarar, mátibond, nálir og eskjur, bíleggingarbøkur, tekningar og uppmátingar av seglum, seglkort, bøkur o.a.m.

Framsýningin letur upp í Finsen í dag kl. 17. Í sambandi við upplatingina greiðir Erland Viberg Joensen, savnsvørður, frá forkunnugu lutunum og framsýningini.

Øll eru hjartaliga væl komin.

Framsýningin heldur fram í Finsen til 10. juni og verður síðani flutt niðan í føstu framsýningina í Brekkutúni í Hoyvík, har hon verður til 15. september.