(Mynd: Arktisk kommando)

Grønland: Flóðaldan var upp í 90 metrar

Ingi Samuelsen

25.07.2017 - 08:19

Tíðindi > Grønland

Skriðulopið í Karratfjørðinum í Grønlandi fyri góðum mánaði síðani gjørdi ógvusliga stórar aldur, og sendi íspetti í vatnskorpuni 90 metrar upp um vanligt vatnstøði.

Tað er eitt granskaralið frá Georgia Tech í USA, sum er komið fram við nýggjum tølunum. Tey hava verið á staðnum, og kanna viðurskiftini.

Granskaraliðið fann útav, at sjógvurin kom upp í 90 metra hædd á somu síðu, sum skriðulopið var, og 50 metrar hinu megin Karratfjørðin. Í báðum førum er talan um hægri flóðaldur enn í Japan í 2011, tá aldan kom upp í 40 metrar.

Hermann Fritz, professari á Georgia Tech sigur, at at tað eru tekn um, at aldurnar vóru ógvuliga høgar at byrja við, men spjaddust skjótt um fjørðin.

Hann sigur, at granskararnir vildu savna inn prógv áðrenn tey í orðsins sanna týdningi bræða burtur. Íspettini, sum vórðu skolað upp á land tiðna longu við skjótari ferð.

Granskaraliðið ynskti eisini at fáa greiðu á, hví fýra fólk vórðu skolað á sjógv, meðan onnur fólk í Nuugaatsiaq kláraðu at sleppa sær undan.

- Á hesum dýpi ferðast flóðaldur sera skjótt – umleið ein fótbóltsvøll um sekundið – og tær náddu bygdina, 30 kilometrar frá skriðulopinum, upp á 5 minuttir. Tað gevur ikki nógva tíð at reagera, sigur Hermann Fritz í eini fráboðan til miðlarnar.

Hermann Fritz, vulcanologurin Thomas Giachetti frá University of Oregon og jarðtøkniligi verkfrøðingurin Scott Anderson frá BGC Engineering fóru fyrst í juli til økið fyri at savna inn dátur um vanlukkuna og skapa eina 3D endurskapan av fjallaskriðuni við stuðli frá National Science Foundation.

Professarin sigur, at skriðulopið minnir um eitt lop, sum í 1958 gjørdi eina flóðaldu í Lituya Bay í Alaska, sum hann hevur granskað fyrr. Smali og grunni fjørðurin gjørdi, at hægsta fjóðaldan í søguni, varð skrásett.

Skriðulopið í Karratfjørðinum við Uummannaq hendi á djúpari vatni og í eini nógv størri fjarðarskipan. Hermann Fritz metir, at lopið hevði minst líka so stóra mongd – helst størri – enn skriðan í Lituya Bay, skrivar Sermitsiaq.