Flogfarið var á veg úr Keflavík í Ísland til Kulusuk í Grønlandi

Grønland: Hava ikki funnið horvna flogfarið

Snorri Brend

12.09.2014 - 14:13

Tíðindi > Flogferðsla

Um tað viðrar í morgun fer ein bjargingartyrla til økið við Kulusuk, fyri at leita eftir einum horvnum flogfari.

Hetta privatflogfarið skuldi eftir ætlan lenda í Kulusuk klokkan 14 í gjár. Men eftir at tað var farið á flog úr Keflavík í Íslandi, veit eingin nakað um hvar tað er endað.


Les eisini: Flogfar horvið í Grønlandi


Talan er um eitt minni flogfar, sum flýgur uttan radara, og tí er bundið av góðum útsýni hjá flogskiparanum úr stýrihúsinum umborð.

Einki verður tó sagt um, hvat slag av flogfari ið talan er um, ella hvussu nógv ferðafólk vóru umborð.

Sambært NaviAir hevði ein samband við flogfarið, stutt fyri at tað skuldi lenda í Kulusuk.

Men tá flogfarið ikki kom fram sum ætlað, varð ein leiting sett í verk.

Trupult er tó at leita í økinum kring Kulusuk, tí her var bæði toka og vindur í gjárkvøldið.

Tey hava tó eina rímiliga góða hóming av, í hvørjum øki flogfarið kann vera í, upplýsir Camilla Hegnsborg frá NaviAir til grønlendska kringvarpið KNR.

Men tá tað fer at lýsa fyri degi í Grønlandi, verður leitingin tikin uppaftur.