(Mynd: Arktisk kommando)

Grønland: Heinta virðislutir til burturfluttu fólkini

Ingi Samuelsen

13.07.2017 - 08:34

Tíðindi > Tíðindi > Grønland

Tilbúgvingarfólk í økinum, Arktisk Kommando og ein serfrøðingur frá Beredskabsstyrelsen í Danmark fóru týsdagin í holt við arbeiðið at heinta tær fyrstu persónligu ognirnar úr grønlendsku bygdini Nuugaatsiaq, sum herfyri varð rakt av flóðaldu.

Lutirnir verða fluttir út á sjóverjuskipið Vædderen og síðan flutt til Uumannak, hagar flestu av burturfluttu fólkunum nú halda til.

Orsaka av vandanum fyri nýggjum skriðulopum og nýggjum flóðaldum, er tað bert persónligir lutir, ið verða mettir at hava serligt virði fyri borgararnar, og sum kunnu heintast í eini handavending, sum í fyrsta umfari verða heintaðir, skrivar blaðið Sermitsiaq.

Talan kann vera um tjóðarbúnar, smúkkur og prýðislutir, vápn, myndir og slíkt, verður sagt í fráboðan frá landsstýrinum. Jollur og fiskireiðskapur, ið framvegis kann brúkast, verður eisini heintað, í tann mun tað letur seg gera, og handað eigarunum.

Arktisk Kommando skrivar, at tey hava fingið samtykkisváttan frá íbúgvunum til at fara inn í hús teirra eftir tingum og ognarlutum. Íbúgvarnir hava í hesum sambandi havt møguleika fyri at koma við serligum ynskjum um lutir, tey vilja hava fólkini at leita eftir.

Bjargingarfólkini eru – orsaka av vandanum fyri nýggjum flóðaldum – í sokallaðum yvirlivilsisdraktum undir arbeiðinum.

Tá tey eru liðug í Nuugaatsiaq, fara fólkini víðari til bygdina Illorsuit í somu ørindum.