(Mynd: knr.gl)

Grønland: Jarðskjálvti hevði flóðaldu við sær

Ingi Samuelsen

18.06.2017 - 09:43

Tíðindi > Tíðindi > Grønland

Ein jarðskjálvti við eini styrki á umleið 4,0 rakti Grønland í gjárkvøldið, umleið 30 kilometrar norðan fyri bygdina Nuugaatsiaq. Jarðskjálvtin hevði umfatandi yvirflóð við sær í Nuugaatsiaq og stórar aldur í Uummannaq og Illorsuit, skrivar Danmarks Radio.

- Tað er ikki vanligt við so hørðum jarðskjálvtum í Grønlandi, sigur Trine Dahl Jensen, granskari hjá jarðfrøðisstovninum Geus við Danmarks Radio.

Hon heldur, at skjálvtin kann hava ført til skriðulop, og tað er orsøkin til tsunami-flóðalduna, sum rakti Nuugaatsiaq.

Tilbúgvingarmyndugleikarnir í Grønlandi eru farnir undir eina bjargingarætlan í økinum. Íbúgvarnir í Nuugaatsiaq – í 2010 búðu 84 fólk í bygdini – verða nú fluttir til Uummannaq.

Enn veit løgreglan í Grønlandi ikki hvussu umfatandi skaðarnir eru. Grønlendska útvarpið veit at siga, at onkur hevur fingið skaða, men hetta er ikki váttað av løgregluni.

Grønlendska sjálvstýri hevur boðað frá, at fólk, sum sjálvboðin vilja hjálpa við arbeiðinum, fáa ókeypis brennievni í bygdunum nærhendis.

Fólk í fjørðinum fingu í gjár boð um at leita niðan í hæddirnar, men í morgun hava tey fingið loyvi at fara oman móti sjóvarmálanum aftur, skrivar dr.dk.

Flóðaldur eru ikki óvanligar í hesum partinum av Grønlandi. Tær kunnu koma, tá jøklar og stór ísfjøll kálva.

Á heimasíðuni hjá Danmarks Radio sæst ein filmur av flóðalduni