Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Grønlandstúrarnir koma væl við



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Føroyska Sjómansmissiónin

20.06.2018 - 18:22

Tíðindi >

Fyrst í vikuni kom ísfiskalínuskipið Núpur undan Eysturgrønlandi við umleið 180.000 pundum, sum varð landa á Kósini í Klaksvík. Meginparturin var toskur. Restin var brosma og kongafiskur.

Línuskipini Jákup B, Pison og Vesturhavið royndu eisini undir Eysturgrønlandi og allir hava góðan túr.

- Hesir túrar koma væl við hjá línuskipunum, nú tað er smáligt at fáa undir Føroyum, sigur skiparin á Núpi, John Kári Jacobsen. Hann hevði frí síðsta túr, tá Tommy var skipari.

- Vit hava ein túr eftir, sum er ein kvota skipið hevur havt í mong ár. Túrarnir undir Eysturgrønlandi eru vanliga góðir, og tað skulu teir helst. Tað er langt at sigla og tí kunnu vit ikki royna líka longi sum undir Foroyum, sigur John Kári.

Núpur fer avstað aftur í annakvøld og 14 mans verða við.