Mynd: Fyrrverandi norska línuskipið, Carsima Viking, eitur nú Masilik

Grønlendingar keypa frystilínuskip



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

06.07.2016 - 12:48

> Tíðindi > Grønland

Grønlendsku feløgini, Royal Greenland og Polar Seafood, hava keypt hvør sítt frystilínuskip.

Talan er um skipini Carisma Viking og Bergholm úr Noreg, og skipini skulu nýtast í fiskiskap í Grønlandi.

Carisma Viking kallast nú Masilik, og enn hevur Bergholm ikki fingið nýtt navn.

Carisma Viking skal fiska tosk, longu, svartkalva, kalva og kongafisk í Eysturgrønlandi. Hvat skipini eru keypt fyri vita vit ikki.

Bergholm er fyrrverandi Stapin, ið hevði heimstað á Toftum.