Aðalsteinn Jónsson er seldur til Grønlands (Mynd: Shipspotting.com)

Grønlendingar keypt íslendskt framleiðsluskip



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

19.05.2017 - 20:21

> Tíðindi > Grønland

Grønlendska felagið, Arctic Prime Fisheries, hevur keypt íslendska framleiðsluskipið Aðalsteinn Jónsson ll, sum varð avloystur fyrr í ár.

Tað er íslendska felagið, Eskja, sum hevur selt skipið til Grønlands, sum hevur havt heimstað í Íslandi seinastu árini. Skipið, sum er eitt framleiðsluskip, varð skift út við norska uppsjóvarskipið, Libas, sum landar feskan fisk.

Stjórin í Eskja upplýsti tá ið teir keyptu Libas úr Norra, at teir fóru at satsa uppá at framleiða fiskin á landi heldur enn umborð, og tí varð avgerð tikin um at skifta Aðalsteinn Jónsson ll út við eitt skip við kølitangum heldur enn framleiðslu.

Seinastu árini hevur grønlendska uppsjóvarvinnan fingið vind í seglini, og hevur keypt fleiri og fleiri skip. Serliga eru tað íslendskt feløg, sum keypa skip, sum verða skrásett í grønlendska flotanum. Nevnast kann, at íslendska felagið Brim eigur í grønlendksa felagnum, sum nú hevur keypt Aðalsteinn Jónsson ll.

Í keypsavtaluni, varð eisini avgerð tikin um, at Arctic Prime Fisheries, lat íslendska felagnum, Eskja, eitt skip við kølitangum í býti við Aðalsteinn Jónsson. Skipið talan er um kallast Qavak, og er fyrrverandi Vendla úr Norra.

Nevnast kann aftrat, at eitt grønlendskt felag hevur keypt uppsjóvarskipið Pacific Voyager, sum er fyrrverandi Næraberg hjá JFK, úr Peru. Tað var reiðaríið Pacific Anders, sum keypti Næraberg, frá JFK, fyri nøkrum árum síðan. Sama felag keypti eisini fyrrverandi Tróndur í Gøtu, sum fekk navnið Pacific Hunter.