Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Grønlendingar samtrola eftir makreli


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sverri Egholm

13.09.2017 - 21:53

Tíðindi >

Í dag landa grønlandsku trolararnir Polar Amaroq og Polar Princess í Kollafirði. Teir hava samtrolað eftir makreli í altjóða sjógvið norðanfyri Føroyar.

Fiskiskapurin var góður, tí teir hava gott 1100 tons av frystum tilsaman, sum teir fingu í seks dagar. Harafturat hevur Amaroq uml. 400 tons av feskum í RSV tangunum.

- Hetta er triðja árið vit samtrola eftir makreli og tað hevur bæði riggað væl og gingist væl, sigur Geir Zoega, skipari á Polar Amaroq.

Hann sigur eisini, at tað er nógvur makrelur at síggja nærum allastaðni.

22 mans eru við Polar Amaroq og 24 við Polar Princess.

Polar Amaroq er eitt pelagiskur trolari, meðan Polar Princess vanliga trolar eftir svartkalva og tosk, men fiskar uppisjóvarfisk nakrar vikur um summarið.

Hetta er aðruferð teir landa frystan makrel í Kollafirði í ár. Teir fara væntandi avstað aftur í morgin.

Meira frá Føroysku Sjómansmissiónini her