(savnsmynd: ghf.gl)

Grønlendska landsliðið venur í Føroyum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

10.01.2018 - 10:40

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Grønlendska manslandsliðið í hondbólti er komið til Føroyar at hava venjingarlegu í heimlandinum hjá nýggja landsliðsvenjaranum, Inga Olsen úr Vestmanna.

17 leikarar eru við í hópinum, teirra millum Akutaaneq Kreutzmann og Minik Dahl Høegh, sum spæla í bestu donsku hondbóltskappingini fyri ávikavist Nordsjælland Håndbold og Århus Håndbold, skrivar Sermitsiaq.

Venjingarlegan í Føroyum er liður í fyrireikingunum til panamerikansku meistarakappingina, sum verður hildin í Nuuk í juni, og har møguleiki er at spæla um trý pláss til næstu heimsmeistarakapping.

Talan er um fyrstu landsliðsvenjingina síðan Ingi Olsen tók við sum landsliðsvenjari við Rasmus Larsen sum hjálparvenjara. Ingi hevur fyrr verið hjálparvenjari hjá grønlendska landsliðnum, tað var meðan hann eitt skifti búði í Grønlandi.

Grønlendska landsliðið skal spæla tríggjar venjingardystir í Føroyum, móti bestu liðunum hjá Neistanum, H71 og VÍF, har ein av grønlendsku landsliðsleikarunum, Miki Duko Sørensen, spælir til dagligt.

Grønland stillar ikki upp við sterkastu manning, tí Minik Dahl Høegh er skaddur, og tí fyri tað mesta fer at venja fyri seg sjálvan meðan hann er í Føroyum, skrivar Sermitsiaq.

Grønlendska liðið verður í Føroyum til sunnudagin.

Panamerikansku leikirnir í hondbólti vera í Nuuk í døgunum 15. til 25. juni. Tilsamans 42 håndbóltsdystir skulu spælast