Grønlendski maðurin á Tjóðpallinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

31.05.2018 - 08:36

Mentan > List > Leiklist

Tann 5. og 6. juni verður spennandi gestaleikur á Tjóðpallinum, tá grønlendski Tjóðpallurin og Teater Freeze Produtions vitja við leikinum Angutivik // Grønlendski maðurin. Tað eru Norðurlandahúsið og Tjóðpallurin, ið hava fingið vitjanina í lag.

Grønlendski maðurin byggir á veruligar søgur hjá grønlendskum monnum, og er ein leikur til og um grønlendska mannin anno 2018; um hansara samleika, sjálvsfatan og sambandið við kvinnuna, seg sjálvan, sín kropp, sín seksualitet, sín aldur, sínar forfedrar, síni børn. Hansara avbjóðingar í mun til at vera maður og í mun til ein heim í broytingum. Leikurin fer afturum mytuna og fordómarnar og ger upp við ta miðlaðu og stereotypu myndina, sum nógvir grønlendskir menn dragast við og ynskir at geva honum eina nýggja byrjan.

Í montasjum av tónleiki, dansi, kroppi og elektronikki lýsa fýra grønlendskir sjónleikarar tann grønlendska mannin. Leikurin verður framførdur á donskum og hevur júst verið á leikferð í Danmark, har hann hevur fingið sera góða móttøku.