Mynd: Kiran Jóanesarson

Grunnabarð seldur til Svøríkis



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

12.03.2016 - 12:17

> Tíðindi > Føroyar

Grunnabarð frá Lopra er seldur til eitt felag í Svøríki.

- Grunnabarð er seldur til eitt felag í Svøríki, og vit eru í gongd við at finna eitt nýggjari og størri skip fyri Grunnabarð, upplýsir Alex Vilhelm.

Grunnabarð hevur staðið á sølulista seinastu tíðina, og nú er skipið so selt til Svøríki. Skipið hevði eitt royndar loyvið eftir hvítingsbróðir, og reiðaríið hevur ætlanir um eitt avloysara skip til loyvið, sum felagið framvegis hevur.

Vit spurdu hví teir ikki bara brúktu Asbjørn Senior sum avloysara skip, og her svarar reiðarin, at Asbjørn Senior er eitt ov dýrt skip til tað loyvið, ið Grunnabarð hevði. Eisini hevur Asbjørn Senior ov stóra maskinu til júst tann fiskiskapin.

Nær eitt avloysara skip kemur í flotan vita vit ikki, men reiðarin váttar at teir hava funnið nøkur skip, ið nøkta tørvin, sum reiðaríið hevur.

Les eisini: Asbjørn Senior seldur