Gudmundur Joensen verður leiðari á Ítróttarháskúlanum í Suðuroynni (Mynd: stýrið)

Guðmundur Joensen leiðari á Ítróttarháskúlanum í Suðuroynni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

18.04.2016 - 13:32

Tíðindi > Suðuroy - Vágur
Stýrið fyri Ítróttarháskúlan í Suðuroy hevur gjørt av at seta Guðmundur Joensen sum leiðara fyri Ítróttarháskúlan. Hetta skrivar stýrið í tíðindaskrivi.

Guðmundur er 32 ára gamal og hevur havt eina lívsleið innan ítrótt, bæði sum frítíðar-ítróttarmaður og sum yrkisítróttarmaður. Guðmundur Joensen hevur á ítróttarleið síni verið virkin bæði innan súkling, svimjing, renning, fótbólt, kappróður og triathlon. Guðmundur hevur harumframt royndir sum fyriskipari av ítróttar- og rørslutiltøkum.


Guðmundur er útbúgving múrari og hevur eisini átt og rikið egna fyritøku í fleiri ár. Seinastu árini hevur Guðmundur, umframt eina leið sum yrkisítróttarmaður, verið varaleiðari í Svimjihøllini í Gundadali.


- Frá mínum royndum sum ítróttarfólk frá barni av og seinni sum úrvalsíðkari, kenni eg týdningin av at hava ítrótt sum natúrligan part av lívinum, bæði sum partur av einum felagsskapi, eins og tað sunna og heilsuliga at hava ítrótt og rørslu sum part av lívinum, sigur Guðmundur Joensen, sum gleðir seg til spennandi uppgávuna at stjórna fyrsta ítróttarháskúla her á landi.

Guðmundur Joensen er giftur og eigur trý børn. Guðmundur byrjar í starvinum 1. mai 2016.


Sambært stýrinum vóru tað fýra umsøkjarar til starvið.