Guðrið: - Eg ynski at fáa fleiri ung í kirkju



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

08.03.2018 - 21:18

Tíðindi > Trúarlív

Strendur: - Eg varð spurd, um eg vildi koma uppá ein lista til kirkjuráðsvalið við Sjóvar kirkju. Og eg játtaði, sigur 20 ára gamla Guðrið Poulsen av Strondum.

Undan kirkjuráðsvalinum 7. november 2017 varð tosað um at gera ein vallista á Strondum. Millum tey sum vórðu spurd var Guðrið, sum játtaði at koma uppá listan – og varð haraftrat vald.

- Eg fekk at vita, at tey vildu fegin hava ungar kreftir at koma inn í kirkjuráðið. Men satt at siga, so kendi eg púrt einki til, hvat eitt kirkjuráð ger.

- Eg helt tó, at hetta ljóðaði spennandi, og nú siti eg so í kirkjuráðnum, sigur Guðrið í samrøðu við Trúboðan, málgagn hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Eitt er so tað, at hon varð vald í kirkjuráðið. Men við sínum einans 20 árum er hon samstundis yngsti kirkjuráðslimur í Føroyum.

Lítil áhugi
Tað var kanska oftari í gomlum døgum, enn tað er í dag, at tað vóru tey eldru og tilkomnu sum mannaðu kirkjuráðini kring oyggjarnar.

Hetta var av mongum mett sum eitt álitisstarv – og sum tað jú í roynd og veru eisini er. Men tað var líkasum ikki ein sessur, sum tey ungu sýndu serligan áhuga.

Í dag mugu vit bara staðfesta, at her er nógv broytt, tí í nógvum kirkjuráðum man miðalaldurin á limunum vera lækkaður nakað.

Eitt dømi um hetta er kirkjuráðið við Sjóvar kirkju, har Guðrið hevur havt sæti síðani valið í november mánaði í fjør.

- Mær dámar væl at vera við í hesum arbeiðinum, sigur unga strandakvinnan, sum dagliga arbeiðir í dagstovninum á Strondum.

Ung í kirkju
Tað var kanska ikki av tilvild, at Guðrið varð vald inn í kirkjuráðið á Strondum.

Hon er nevniliga hvørki ókend við siðin at ganga í kirkju, ella at ganga á møti í missiónshúsinum á Strondum, har hon eisini situr í ungdómsnevndini.

- Men nei, - eg hevði als ikki væntað at verða vald inn í kirkjuráðið. Hinvegin, so hvørt sum valdagurin gekk søgdu fleiri við meg, at tey høvdu valt meg.

- Og tá so úrslitið kom, var eg vald inn, greiðir hon frá.
Sum tann yngsti kirkjuráðslimurin hevur hon ikki nakað stórmál, sum hon vil arbeiða fyri. Hon vil tó gera sítt til, at fáa tey ungu at ganga regluliga í kirkju.

– Tað er tíverri ikki so vanligt hjá teimum ungu at ganga í kirkju í dag. Men eg vóni, at eg kann hjálpa uppá hetta, millum annað gjøgnum mítt arbeiði í ungdómsnevndini og í kirkjuráðnum, sigur Guðrið Poulsen.

Orð: Snorri Brend/Folkakirkjan.fo