Gull: Ein flottur og tryggur sigur til føroysku jarnkvinnuna

Ingi Samuelsen

28.06.2015 - 20:10

Ítróttur > Ítróttur - Triathlon

Meðan nakrir av monnunum, sum vóru byrjaðir eitt korter áðrenn, komu stetlandi um málstrikuna og máttu fáa serviðgerð frá heilsustarvsfólkum, kom føroyska jarnkvinnan, Karina Ottosen stórsmílandi um málstrikuna við merkinum veittrandi yvir høvdinum.

Einasti føroyski luttakarin í triathlon-kappingini vann ein tryggan og vakran sigur, og harvið gull til Føroyar. Hon var heiðrað av fleiri túsund áskoðarum, sum høvdu leitað sær oman á West Park strandaøkið har kappingin fór fram.

Byrjað var við svimjing, og Karina var nummar fýra, tá komið var upp eftir 1500 metrar í sjónum fyri at setast á súkklurnar og súkkla 40 kilometrar í økinum vestan fyri St. Helier.

Tá komið varð aftur til strandaparkina okkurt um ein tíma seinni, var Karina nógv fyrst av kvinnunum, tá farið var út á 10 kilometra langa renniteinin, sum gekk fyri seg kring lystbátahavnina.

Tað gjørdist ein sigursferð fyri Karinu. Hon varð heppað av nógvu áskoðarunum.