Gull til Pál - silvur til Óla

Ingi Samuelsen

02.07.2015 - 18:28

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Pál Joensen og Óli Mortensen hava enn einaferð tryggjað Føroyum gull og silvur. Tað var í kappingini 400 metrar frí. Pál Joensen svam teinin í tíðini 3:53,27, meðan Óli Mortensen svam 3:54,65.

Triðja og seinasta finalukvøldið í svimjikappingunum á Jersey er farið í gongd. Vónir eru um fleiri heiðursmerki.

Svimjikappingin í kvøld endar við eini serligari liðsvimjing, har 4 menn og 4 kvinnur kappast í 8 ferðir 50 metra frísvimjing. Tað plagar at vera spetakulert.

Til ber at fylgja svimjingini beinleiðis her