Gull til Rebekku – endiliga eydnaðist tað

Ingi Samuelsen

30.06.2017 - 16:11

Ítróttur > Ítróttur > Renning

Rebekka Fuglø vann í dag gull í 800 metra renningini fyri kvinnur.

Rebekka rann teir 800 metrarnar, tað er tvær ferðir runt rennibreytina, í tíðini 2 minuttir og 14,40 sekund. Tað er nakað seinni enn fyri tveimum árum síðani á Jersey, men tað skal sigast, at líkindini at renna í dag ikki vóru eins góð og í hitanum á Jersey fyri tveimum árum síðani.

Føroyar hevði tveir luttakarar í 800 metrunum í dag. Oddvør Josephsen rann í tíðini 2:23,00 og tað røkk til eitt sætta pláss.

Hetta er triðja oygjaleikaluttøkan hjá Rebekku Fuglø. Á Bermuda fekk hon eitt 7. pláss á 800 metrunum, í 2015 vann hon silvur á Jersey og nú vann hon gull á Gotlandi.

Beint eftir 800 metrarnar vóru Føroyar við í liðkappingini 4 ferðir 100 metra renning, og tá luttók Oddvør eisini saman við Margit W. Fríðmundsdóttir, Aldu S. Lamhauge og Elisabet H. Simonsen. Við tíðini 51,81 sekund gjørdust føroysku genturnar nummar 6.

Og mín sann um Oddvør Josephsen ikki eisini var við í liðkappingini í 4 ferðir 400 metra renning, nú saman við Margit W. Fríðmundsdóttir, Elisabeth H. Simonsen og Rebekku Fuglø.

Heldur ikki her var nakað at gera hjá Føroyska liðnum. Tær gjørdust nummar fimm í tíðini 4:10,55.

Eisini Julian Gregersen hevði runnið seg til eina finalu í renning í dag, nevniliga í teininum 1.500 metrar. Við tíðini 4:04,57 gjørdist hann nummar átta, og tað var hann sjálvur ógvuliga nøgdur við.

- Bara tað at koma í finaluna fyrstu ferð eg luttaki á oyggjaleikum, er stórt fyri meg, segði Julian Gregersen eftir renningina.