Savnsmynd. Mynd: Jens Kristian Vang/Portal.fo

Gunnar Nielsen: - Vit hava góðar vónir

Sverri Egholm

10.10.2014 - 04:19

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyar og Norðurírland bresta saman leygardagin á Windsor Park í Belfast. Føroyska landsliðið kom til Belfast týsdagin og fyrsta venjingin var mikudagin. FSF fekk eitt prát við landsliðsmálverjan Gunnar Nielsen.

- Vit hava góðar vónir, tí norðurírar hava mangan havt tað torført ímóti minnu londunum. Men vit vita eisini, at Norðurírland hevur eitt gott lið og teir skulu helst hava seks stig ímóti Føroyum, fyri at sleppa víðari úr bólkinum, sigur Gunnar.

- Her hevur regnað illa, men veðurforsøgnirnar fyri restina av vikuni eru góðar, og vit verða uttan iva klárir at geva norðurírum mótstøðu leygardagin. Eg trúgvi veruliga, at vit hava møguleika fyri einum góðum úrsliti í hesum dystinum, sigur Gunnar Nielsen við heimasíðuna hjá FSF.

Les eisini: Hesir vera við móti Norðurírlandi og Ungarn