18. til 26. mars fer A-landsliðið á venjingarlegu í Spnia. Nýggjur í føroyska hópinum er Gunnar Vatnhamar úr Víkingi - Mynd: Jens Kristian Vang

Gunnar Vatnhamar fingið landsliðsboð

Agnar Frederiksen

04.03.2018 - 13:48

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Heimasíðan hjá FSF skrivar: 

Lars Olsen hevur úttikið 20 spælarar til venjingarleguna í Spania frá 18. til 26. mars. Nýggjur í føroyska landsliðshópinum er Gunnar Vatnhamar úr Víkingi


- Hetta vóru heilt fantastisk boð at fáa, og eg eri mestsum málleysur. Men sum nokk flest allir aðrir fótbóltsspælarar, so havi eg droymt um A-landsliðið líka síðani eg byrjaði at spæla fótbólt.

- Og tað, at sleppa at spæla á landsliðnum saman við bróður verður ikki nógv størri, so nú ræður um at taka av møguleikanum, sigur ein ógvuliga fegin Gunnar Vatnhamar við heimasíðuna hjá FSF.

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin, sum í døgunum 18. til 26. mars fer á venjingarlegu í Spania. Umframt venjingar, verða eisini tveir landsdystir á skránni. 21. mars spæla Føroyar og Liktinstein, og 25. mars er Lettland mótstøðuliðið.

- Í longri tíð hava vit hildið eitt vakið eyga við Gunnari Vatnhamar, sum vit halda er ein spennandi spælari. Hann kann brúkast á fleiri plássum á vøllinum, og á venjingarleguni fáa vit møguleikan at hyggja nærri at Gunnari, sigur Lars Olsen.

Teir 20, ið landsliðsvenjarin hevur úttikið, eru hesir

Gunnar Nielsen, FH (ICE)

Teitur M. Gestsson, HB

Trygvi Askham, B36

Jónas Tór Næs, B36

Atli Gregersen, Víkingur

Odmar Færø, B36

Ari Mohr Jónsson, Sandnes ULF (NOR)

Rógvi Baldvinsson, Bryne FK (NOR)

Sonni Ragnar Nattestad, Molde FK (NOR)

Alex Mellemgaard, B36

Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)

Gilli R. Sørensen, Brann (NOR)

Rene Shaki Joensen, Víkingur (ICE)

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)

Brandur H. Olsen, Randers FC (DEN)

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Patrik Johannesen, Florø (NOR)

Jóan Símun Edmundsson, OB (DEN)

Klæmint A. Olsen, NSÍ