(Savnsmynd: EPA)

Guns N’Roses koma aftur til Danmarkar at spæla



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

10.11.2017 - 10:19

Mentan > Mentan > Konsertir

Helst vóru tað fleiri føroyingar, sum nýttu høvið til at hoyra legendarisku amerikansku rokkararnar í Guns N’Roses, tá teir í summar høvdu konsert í Parken í Keypmannahavn.

Í dag boðar orkestrið frá, at tað aftur kemur til Evropa á konsertferð komandi summar, og at teir eisini hesaferð gera ein støðg í Danmark. Hesaferð verður konsertin á Dyrskuepladsen í Odense 6. juni.

Konsertferðin í ár, ið var tann fyrsta síðan 1996 við trimum av upprunalimunum, var sera væl eydnað. Talan er um sangaran Axl Rose, guittarleikaran Slash og bassleikaran Duff McKagan. Hinir orkesturlimirnir eru Dizzy Reed og Melissa Reese á ljómborðum, Richard Fortus á guittara og Frank Ferrer á trummum.

Bert ein konsert verður í Bretlandi á hesum sinni. Tað verður á Download festivalinum á Donnington Park rasarabananum í Leicestershire 9. juni. Guns N’Roses støðga eisini á í Noregi og Svøríki, men tað verður móti endanum av Evropaferðini í 2018. Teir spæla á Valle Hovin leikvøllinum í Oslo 19. juli og á Ullevi í Göteborg 21. juli.

Sølan av atgongumerkjum til konssertina í Odense byrjar hósdagin.