Gunvør Balle takkar fyri seg



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

04.08.2015 - 23:37

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Dagurin í dag vísti seg at vera seinasti arbeiðsdagur í Løgtinginum hjá Gunvør Balle, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

Gunvør kom sendandi inn á Løgting á valinum í 2011. Við 358 persónligum atkvøðum var hon vald sum fjórði á tjóðveldislistanum.

Hon hevur gjørt av ikki at stilla uppaftur. Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevði uppstillingarfund í kvøld, og Gunvør Balle er ikki á listanum.

- Hesa avgerð havi eg hugsað væl og leingi yvir, og kenslan sigur mær, at tað er ein røtt avgerð, sigur Gunvør Balle í kvøld.

Hon greiðir frá, at hugurin í nóg stóran mun ikki er til staðar til tað heilt serliga, sum krevst.

- Tú krevur at hava sálina og hjartað 100% við tá tú bjóðar teg fram í politikki. Hevur tú ikki tað, ert tú ikki erlig yvir fyri tæs sjálvum og veljarunum, skrivar tingkvinnan á Facebook í kvøld.

Meðan Gunvør Balle hevur sitið á Løgtingi hevur hon havt farloyvi frá uttanríkisdeildini í Tinganesi, har hon hevur arbeitt, eitt nú sum sendihari Føroya í Íslandi. Hon fer nú aftur í uttanríkisdeildina at arbeiða.