Mynd: Jens Kr. Vang

Gunvør Balle um skattalættan: -Tit gera fortreð fyri okkum

Jens Hákun Leo

16.11.2016 - 13:45

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Tað var í gjár, at Kringvarpið bar tíðindini um, at núverandi býráð í Tórshavnar kommunu nú hevur gjørt av at minka skattaprosentið í Tórshavnar kommunu við 0,75 prosentstigum, so at skattaprosentið frá næsta ár at rokna verður 19%.

Hetta er Gunvør Balle, sum er fyrstvald á Tjóðveldislistanum, og sum verður nýggjur varaborgarstjóri í nýggju A-E-F býráðssamgonguni í Tórshavnar kommunu, ið tekur við valdinum í kommunini eftir nýggjár, ikki nakað serliga fegin um.

Í samrøðu við Kringvarpið í dag førir Gunvør Balle fram, at núverandi býráð við hesum skattalækkingar-átakinum roynir at gera fortreð fyri komandi býráð:

- Tí kann man kanska tulka hetta her sum ein máta at gera fortreð uppá. Tað er ringt at tulka tað annarleiðis, tá ið tey á henda hátt binda komandi býráð niður.

Gunvør Balle vísir víðari á í samrøðuni við Kringvarpið, at nýggja býráðið nú fær minni rásarúm at fremja tað í verki, sum hon hevur sett sær fyri at fremja.

- Tað merkir, at tað verður verri hjá okkum at gera nakrar raðfestingar, sum vit í hesi nýggju samgonguni hava ætlað okkum, bæði á eldraøkinum og dagstovnaøkinum og eisini viðvíkjandi tí at fáa gongd á bústaðarbygging.

- Nú skulu vit hyggja ordiliga ígjøgnum allar kontoir og alla fíggjarætlanina. Tað skuldu vit gera kortini, men har var (áðrenn skattalættin varð samtyktur, red) rúm fyri nøkrum prioriteringum. Har vóru einar 40 milliónir krónur í yvirskoti, sum vit í okkara valskeiði høvdu kunnað disponerað yvir – men tað plássið hava vit ikki nú (eftir at skattalættin nú er samtyktur, red). Nú mugu vit grípa tað ann uppá ein heilt annan máta, sigur Gunvør Balle við Kringvarpið.

Gunvør Balle førir harumframt fram ímillum linjurnar, at nýggja býráðið ikki hevur ætlanir um at hækka skattaprosentið aftur, men at nýggja býráðið tó fer at gera sítt til at vita, ”um tað kanska er luft onkustaðni, so at tað fær gjørt tær raðfestingar”, sum tað hevur sett sær fyri at fremja.