Gurið: Okur skulu hava tvey stig

Hanus Samró

14.03.2015 - 15:28

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Í samband við "Hondbóltssendingina" ið verður víst á portal.fo, hava vit sett Gurið Krosslá Mortensen nakrar spurningar viðvíkjandi dystinum móti Søljuni sunnudagin:

- Okur hava nógvar skaðar í løtuni, so okur hava ikki nógvar á bonkinum. Men tá tað er sagt, so ætla okur at vinna sunnudagin. Søljan hevur tikið seg fram síðani kappingin byrjaði, tær hava ein sera góðan málverja, sum ikki ger tað lætt hjá okkum at skora. Men 2 stig skulu okur hava suður við aftur.

Dysturin millum Søljuna og VB verður sunnudagin  kl.15.