Gutti verður fagnaður í kvøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

15.05.2018 - 15:58

Ítróttur > Ítróttur > Renning

Í sambandi við, at Guttorm Sørensen herfyri fekk handað heiðursskjal Poul E. Petersens, fara Klaksvíkar kommuna, Treysti og Frælsur Ítróttur Føroya at skipa fyri móttøku í býráðshøllini hjá Klaksvíkar kommunu týskvøldið.

Vit gleða okkum at njóta eina góða løtu saman við Guttormi og hansara nærmastu til hesa hátíðarløtu. Nú kann heiðurin, hann fekk fyri góðari viku síðani, endiliga latast til rætta eigaran, nú Gutti kemur heim til Føroya í kvøld, skrivar kommunan.

Tiltakið, sum varar ein tíma ella so, byrjar við sangframførslu av 17 sangarum. Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, sigur nøkur orð, og tað sama gera umboð fyri Treysti og Frælsan Ítrótt Føroya.