Bumban var fjald í einari ruskspann. MYnd: DR

Guvernørurin í New York: Talan var um eina yvirgangsatsókn

Steinar Patursson

18.09.2016 - 17:00

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Guvernørurin í New York, Andrew Cuomo, sigur nú, at bresturin í New York í nátt var eitt yvirgangsálop hóast alt.

Hann leggur tó aftrat, at enn er einki samband staðfest millum atsóknina og altjóða yvirgangsfelagsskapir, so sum Islamskan Stat.

Upprunaliga vildu myndugleikarnir ikki lýsa brestin sum eina yvirgangsatsókn. Borgarstjórin í New York, Bill de Blasio, og løgregluovastin, James O’Neill, søgdu í tíðindafundi, at einki bendi á, at talan var um eina yvirgangsatsókn.

Men Cuomo guvernørur heldur eftir øllum at døma nakað annað.

- Ein bumba, ið brestir í New York, er sjálvandi ein yvirgangsatsókn, segði Andrew Cuomo á tíðindafundi fyri løtu síðani.

29 fólk fingu løstir, tá heimagjørda bumban brast á Manhattan í New York, men lukkutíð lat eingin lív. Ein líknandi bumba varð funnin skamt frá, men hon var ikki brostin, og bumbuserfrøðingar fingu tryggjað hana, áðrenn nakað hendi.