Gylfi spælir nú fyri Everton

Ingi Samuelsen

17.08.2017 - 05:57

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Íslendski landsliðsleikarin, Gylfi þór Sigurðsson, skrivaði í gjár sáttmála við Everton úr Liverpool. Síðan hann í 2014 kom til Swansea hevur íslendingurin verið mest markanti spælarin á walisiska Premier League felagnum.

Í gjár skrivaði 27 ára gamli íslendingurin so sáttmála við Everton fyri 45 milliónir pund, sambært BBC.

Í 131 dystum fyri Swansea skoraði íslendski miðvallaleikarin 30 mál. Áðrenn hannkom til Swansea spældi hann við Tottenham Hotspurs.

Sambært Wikipedia hevur Gylfi Sigurðsson spælt 50 dystir á íslendska A-landsliðnum, og skotið 15 mál.