H71 er føroyameistari

Agnar Frederiksen

21.04.2018 - 20:34

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

H71 vann 21-19 í einari sera spennandi finalu í Hoyvík í kvøld. Harvið er H71 føroyameistari eftir tætta kapping við Neistan alt árið.

Hjá H71 var Bogi Gaard Davidsen vorðin tøkur. Hann hevur annars verið úti í fleiri mánaðir, men hann spældi við eina løtu í dag. Men hvørki Hilmar Leon Jakobsen ella Pætur Thomsen vóru nóg klárir at spæla. Vinstri bakkurin hjá Neistanum, Torkil Mørk Hentze, noyddist út við skaða tíðliga, tá hann beklaði. Men hann megnaði at koma innaftur í 2.hálvleiki.

Eins og í finaluni mikukvøldið so var tað ein sera jøvn finala í Hoyvíkshøllini í kvøld. Bæði liðini spældu eisini fínan hondbólt, og tað varð givið alt í bæði verju og álopi. Hóast tað ikki komu so nógv mál, so var talan um ein sera góðan hondbóltsdyst fyri áskoðaran.  

Tað tók eina løtu, til gongd kom á málskjótingina. Liðini skiftust sum so um at skora, men tá stórir tíggju minuttir vóru eftir fekk H71 fyri fyrstu ferð eina tvey-máls leiðslu. Jens á Skipagøtu hevði tá havt fleiri stórbjarginar í málinum hjá hoyvíkingum.  Men so tók Neistin yvir, og skoraði fimm útav teimum næstu seks málunum. Og Nicholas Satchwell tók hesa løtuna fullkomiliga broddin av skotunum hjá hoyvíkingum. Í seinasta sekundið fekk H71 fríkast, og við tí minkaði Peter Krogh til 11-10, sum var hálvleiksstøðan.

Heimaliðið kom væl út til 2.hálvleik, og eins og í Høllini á Hálsi mikukvøldið fingu hoyvíkingar nøsina framum. Neistin hekk tó væl í , og dysturin lá av álvara og svingaði. Bæði liðini gjørdu
 feilir, og tað var ógvuliga spennandi allan vegin í Hoyvíkshøllini, sum kókaði.      

Báðar verjurnar høvdu í 1.hálvleiki hepni við at demma upp fyri donsku stórskjúttunum, ið báðir fingu nógv mál mikukvøldið. Peter Krogh fekk ikki so nógv mál sum vant, men í 2.hálvleiki fekk Rasmus Søby nøkur mál, og var við til at halda Neistanum inni í dystinum.

Tað var Ári Dam, ið gjørdist heilt avgerandi. Fyrrverandi Neista-málverjan hevði nógvar bjargingar í 2.hálvleiki(stóð á 50 %), og skoraði til 19-18 og 20-18 við at kasta bóltin í tómt mál. Tá Neistin spældi 7 ímóti 6. Við støðuni 21-19 meðan H71 var ein maður færri og ein stóran minutti eftir bjargaði hann skotið frá Rasmus Søby. Í hinum málinum fekk Satchwell ikki fatur á nøkrum í 2.hálvleiki.  

Tá Arnar Dam og Gert Hansen, ið dømdu sera væl, bríkslaðu av, kundi ein stór mannafjøld tysjað inn á vøllin. Hoyvíkingar stórfegnaðust nú H71 vann FM 2.árið á rað, men tað var sanniliga ikki uttan harða mótstøðu frá Neistanum. Liðini leikti tvær frálíkar FM -finalurnar, har H71 líka var omaná samanlagt.

H71 - Neistin 21-19(10-11)