Agnar Frederiksen
24.09.2017 - 18:51
Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Tveir dystir hava verið leiktir í bestu mansdeildini í dag. Í báðum dystunum gjørdist talan um heimasigrar.
Greipuvinnararnir hava fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið. Tríggir sigrar uppá tríggar dystir er úrtøkan higartil. H71 vann í dag 29-25 á Kyndli. H71 tók skjótt eina greiða leiðslu. Í hálvleikinum vóru hoyvíkingar á odda 18-8 málum. Í 2. hálvleiki kom Kyndil tó betri við. Tað endaði tó við tryggum sigri til H71, ið er oddalið. Kyndil hevur hinvegin fingið eina sera ringa byrjan uppá kappingarárið: 0 stig fyri tríggjar dystir.
Fyri aðru ferð hesa vikuna vann Team Klaksvík. Klaksvíkingar vunnu 25-23 á Neistanum, og eru harvið væl við í FTZ-deildini. Team Klaksvík var ongatíð aftanfyri í dystinum, men dysturin var so at siga allatíðina sera spennandi og tættir. Heimaliðið megnaði at halda fast í leiðsluni, og eftir seinasta bríksl var stór frøi á mongu áskoðarunum í Klaksvík. Neistin fekk ikki hildið á við góðu gongdini, og tað sær út sum, at Badmintonhøllin fer at verða ein trupul útivøllur í ár.
Seinasti dysturin í umfarinum verður leiktir mikukvøldið, tá VÍF og KÍF bresta saman í Vestmanna.
H71 - Kyndil 29-25(18-8)
Toppskjúttar: Hilmar Leon Jakobsen(H71) 8 mál, Hjalti Mohr Jacobsen (Kyndil) 7 mál
Team Klaksvík - Neistin 25-23(13-11)
Toppskjúttar: Sakaris Ludvík Súnason(Team Klaksvík) 10 mál, Rasmus Søby og Teis Horn Rasmussen(Neistin) 6 mál í part