Hilmar Leon Jakobsen(nr.27) hevði ein stóran dyst fyri H71. Bakspælarin skoraði 9 mál frammanfyri mongu larmandi áskoðarunum í Hoyvíkshøllini
(Mynd: Sverri Egholm)

H71 hevur fyrimunin eftir fyrru hálvfinaluna

Agnar Frederiksen

07.02.2018 - 21:55

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Tað var ein sera spennandi og tøtt hálvfinala, tá H71 tók ímóti Neistanum í kvøld framanfyri einari stórari áskoðarafjøld. Talan var um fyrru hálvfinaluna í Faxe Kondi kappingini hjá monnum. Neistin var á odda við tveimum í hálvleikinum, men tá tað avtornaði var H71 omaná við tveimum málum.

Tað tók eina løtu at fáa gongd á málskjótingina, og tað var ikki tann mest málríki fyrri hálvleikurin. Tað var tó allatíðina rættliga inntenst, og liðini fylgdust allan vegin. Neistin spældi við 7v6 í fleiri pørtun av dystinum, og tað var misjanvt hvussu tað eyndaðist; onkuntíð spældu teir H71 tunnar, og í øðrum førum fekk H71 skorað í tómt mál. Tað var ein dyggur smeitur fyri Neistan, at stórskjúttin Rasmus Søby noyddist út við skaða tíðliga í dystinum. Neistin var tó á odda 12-10, tá liðini fóru til hálvleiks.

H71 kom nógv betri út til 2.hálvleik, og vann fyrstu 10 minuttirnar 7-2. Men Neistin hekk tó væl í, og munurin seinastu tjúgu minuttirar var ongantíð meira enn tvey mál, og Neistin kom eisini uppá javnt nakrar ferðir. Tað eydnaðist tó ikki teimum bláu at koma á odda aftur í dystinum. Í seinasta álopinum hjá Neistanum var møguleiki fyri at javna, men veteranurin í H71-málinum, Jens á Skipagøtu, bjargaði væl. Hoyvíkingar fóru í álop, og Hilmar Leon Jakobsen skoraði eitt sera gott mál. Hilmar Leon gekk á odda hjá heimaliðnum við 9 málum.

Harvið vann H71 27-25, og hevur betri kortini á hondini undan seinnu hálvfinaluni. Tann dysturin verður í Høllini á Hálsi sunnudagin  

Fyrra hálvfinalan í Faxe Kondi kappingini:

H71-Neistin 27-25(10-12)

Toppskjúttar: Hilmar Leon Jakobsen(H71) 9 mál, Tróndur Kragesteen(Neistin) 8 mál