H71 hjá monnum og Neistin hjá kvinnum í steypafinaluni

Niels Petersen

12.02.2017 - 16:59

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

H71 vann eisini seinnu hálvfinaluna ímóti VÍF, og er sostatt í steypafinaluni. Dysturin í dag bleiv ongantíð tann spennandi dysturin, sum nógv væntaðu, tí H71 var frá fyrsta bríksli nógv betra liðið. Leiðslan á trý mál frá fyrra dystinum (29-26) varð beinanvegin økt, og sum dysturin leið øktist hon enn meira. Mótstøðuliðið hjá H71 verður funnið í kvøld, tá StÍF og Neistin bresta saman í sínu seinnu hálvfinalu á Skála.

Hoyvíkingar blivu lumpaðir av vestmenningum í finalu í fjør, og tað var sum um at hoyvíkingar avgjørt ikki høvdu hug til nakað slag av endurtøku. Hoyvíkingar settu alt uppá pláss beinanvegin, og í veruleikanum kom VÍF ikki í nær námind einum sigri. Hetta kunnu vestmenningar nú iðra seg um, tí skal H71 koppast, so skal frægari innsatsur til, enn tað sum VÍF vísti í dag.

Neistakvinnur eisini í steypafinaluni
Ein hálvfinala hjá kvinnunum er eisini avgreidd í dag, og var tað seinni dysturin millum Neistan og VB. Neistin hevði eina 5 máls leiðslu frá fyrra dystinum í Vági (22-17), og tí var tað ein tung mótbrekka hjá vágskvinnum. Men VB kvinnurnar kempaðu fyrimyndarliga, og liðini fylgdust longi, men sum minuttirnir sum vóru eftir fækkaðust, øktist munurin eitt sindur, tí tá var veruligi møguleikin hjá VB at koma aftur fokin. Neistin er sostatt í enn einari steypafinalu hjá kvinnunum.

Úrslit:
Neistin - VB 27-23 (11-10)
Toppskjúttar:
Neistin:
Birita Ingolfsdóttir, Marjun F. Danberg og Brynja Høj - 5 mál
VB: Danijela Mistric - 11 mál

VÍF - H71 19-25 (06-12)
Toppskjúttar:
VÍF:
Filip Jojic: 6 mál
H71: Peter Krogh: 5 mál