Mynd: Sverri Egholm

H71 kvinnur tryggjaðu sær fyrsta sigurin

Sverri Egholm

11.10.2017 - 20:02

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Tað var dramatikkur í Høllini á Hálsi í kvøld, tá kvinnurnar hjá Neistanum tóku ímóti H71 kvinnunum, sum fyri fyrstu ferð eru við í bestu deildini.

Og tað gjørdist eisini ein søguligur dagur fyri H71, tí hoyvíkingar vinnu nevniliga 23-21 á Neistanum.

Uppiborið kann man siga, tí útiliðið var á odda við fleiri málum meginpartin av dystinum og ikki fyrr enn til síðst mundu tær bláu farið avstað við teimum báðum stigunum. Men í síðstu løtuni vóru Neistakvinnur óhepnar við skoti á stongina og bjargingum frá H71 málverjanum, tryggjaðu hoyvíkskvinnur sær fyrsta sigurin nakrantíð.

Úrslitið gjørdist 23-21 til H71 og hálvleiksstøðan var 10-15 til útiliðið.

Í Vestmanna setti heimaliðið greipuvinnaran Kyndil upp á pláss við úrslitinum 26-21. Støðan var 15-8 til VÍF í hálvleikinum

Neistin - H71 (21-23)
VÍF - Kyndil (26-21)

Sí eisini: Myndir: Neistin - H71