H71 vann 21-18 á Neistainum, og er í finaluni.
(Mynd: Sverri Egholm)

H71 og Kyndil í finaluni

Agnar Frederiksen

11.02.2018 - 17:45

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Finalistarnir í Faxe Kondi - kappingini eru nú funnir. Fyrr í dag gjørdist greitt, at VÍF skal hitta Kyndil í finaluni hjá kvinnum, og eftir seinnu hálvfinalurnar hjá monnum vita vit, at tað verða H71 og Kyndil, ið bresta saman komandi leygardag.

H71 vann tepran 27-25 sigur í Hoyvíkshøllini mikukvøldið, og í dag vunnu hoyvíkingar 21-18 í Høllini á Hálsi. Neistin var tó eitt sindur omaná í 1.hálvleiki, og hevði eina 9-7 leiðslu í hálvleikinum. Sostatt var púra javnt samanlagt eftir ein hálvleik, har verjurnar og málverjarnir stóðu sterkt í mydnini. Í 2.hálvleiki byrjaði H71 tó at taka yvir, har serliga Peter Krogh gekk á odda. Ofta tók danin sakina í egnar hendur, og setti bóltin í netið framvið Nicholas Satchwell, ið annars helt Neistanum væl inni í dystinum. Rasmus Søby var ógvuliga avmarkaður vegna snuddinum hann fekk í Hoyvík mikukvøldið, og millum annað hetta var við til, at Neistin ikki fekk gongd í álopsspælið. Neistin kom ongantíð av álvara nær við at fáa eina trý máls-leiðslu í 2.hálvleiki, og H71 kundi koyra sigurin heim.

Í Vestmanna skuldi heimaliðið heinta trý mál inn. Men Kyndil syrgdi fyri, at teirra finalupláss ikki kom í stóran vanda. VÍF hevði eina leiðsu uppá trý mál eina løtu í 1.hálvleiki. Men Kyndil kom skjótt inn aftur í dystin, og var á odda 13-12 í hálvleikinum. VÍF royndi at renna av stað, men var so at siga ikki á odda í 2.hálvleiki. Minnutirnar gingu til fyrimuns fyri Kyndil, ið at enda vann 29-26.  Kyndil er harvið í finaluni fyri fyrstu ferð síðani 2014, tá liðið vann á KÍF.

H71 kann vinna triðja steypasigurin á rað, men tað er lagt upp til eina tætta finalu leygardagin. 


Neistin - H71 18-21(9-7) - H71 + 5 tilsamans

VÍF - Kyndil 26-29(12-13) - Kyndil + 6 tilsamans