H71 og StÍF vunnu bólkarnar í steypakappingini

Niels Petersen

01.02.2017 - 21:41

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Sum væntað vann H71 á næstbesta liðnum hjá sama felag í kvøld. Úrslitið bleiv 32-23, og H71 vann sær sostatt fyrsta plássið í bólki A. Aðrastaðni var tað annars nógv størri spenningur í kvøld, tí Neistin argaði aftur kollfirðingar, og vann sær annað plássið í bólki B. Í Vestmanna misti VÍF eisini heldur óvæntað oddasessin í bólki B, tá StÍF vann seg framvið vestmenningum.

Sum teir plaga, so argaði Neistin aftur kollfirðingar hesaferð. KÍF byrjaði annars sera væl, og mundi avgjørt dystin beinanvegin. Men so kom steðgur í, og neistamenn tóku fullkomuliga yvir. Tá alt kom til stykkis vann Neistin við fimm málum 23-28. Við ósigrinum er KÍF heldur óvæntað úti av steypakappingini.

Í Vestmanna væntaðu tey flestu ein spennandi dyst, men tey flestu høvdu tó ivaleyst VÍF sum favorit til at vinna dystin og harvið bólkin. Men strandingar vildu tað øðrvísi og vunnu dystin og tóku seg framum vestmenningar. Dysturin endaði 27-28.

Úrslit:

Bólkur A:

H71 - H71 b 32-23

KÍF - Neistin 23-28

Bólkur B:
VÍF - StÍF 27-28

Nú er klárt til hálvfinalur, og tær síggja soleiðis út:

StÍF - Neistin

H71 - VÍF